Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Filmsvinnuráðið vil hava minst 10 milliónir til film

Jóhann Lützen

Føroyska filmsvinnan heitir á landsstýrið og Løgtingið um at hækka filmsstuðulin og styrkja afturberingarskipanina. Ov veikir karmar kunnu sambært Filmsvinnuráðnum kosta útlendska fígging, arbeiðspláss og vakstur.

Minst 10 mió. kr. í árligum filmsstuðli og ein serstøk játtan til afturberingarskipanina afturat. Tað er áheitanin frá Filmsvinnuráðnum til politikararnar, nú fíggjarlógin fyri 2027 skal viðgerast.

Ráðið, sum varð sett á stovn fyrr í ár, vísir á, at føroyskir framleiðarar hava verkætlanir og altjóða samstarvspartar, men ov lítil føroysk fígging forðar menningini.

– Eftirspurningurin er har, og føroyskir framleiðarar hava verkætlanir bæði í Føroyum og uttanlands. Men ov lítil føroysk fígging er ein fløskuhálsur, sum seinkar verkætlanum og veikir okkara samráðingarstøðu. At bíða hevur eisini ein kostnað, sigur Filmsvinnuráðið.

Vil hækka afturberingina

Sambært einari fyribils uppgerð hjá vinnuni hava framleiðslur, sum hava brúkt afturberingarskipanina, havt útreiðslur í Føroyum fyri meira enn 35 mió. kr. seinastu árini. Allar verandi og komandi framleiðslur eru ikki íroknaðar.

Afturberingin er í dag 25 prosent. Tað merkir, at fyri hvørja krónu, sum verður afturborin, hava framleiðslurnar fýra krónur í góðkendum útreiðslum í Føroyum. Peningurin fer millum annað til lønir, gisting, flutning, útgerð og føroyskar veitingar.

Filmsvinnuráðið mælir til at hækka afturberingina til 30 prosent og kanna eitt eyka ískoyti á fimm prosentstig fyri framleiðslur, sum lúka greið krøv um føroyskt arbeiði, veitingar og varandi førleikamenning.

Sambært ráðnum hevur skipanin týdning fyri, hvar altjóða framleiðslur leggja sítt arbeiði og sínar pengar.

Føroyskar søgur út í heim

Ráðið vísir eisini á, at føroysk menningar- og framleiðslufígging kann draga størri altjóða fígging til verkætlanirnar. Samstundis styrkir hon møguleikarnar hjá føroyskum framleiðarum at varðveita rættindi og fáa lut í inntøkunum eftir upptøkurnar.

TROM verður nevnd sum eitt dømi um, at føroyskt mál, søgur og landslag kunnu røkka milliónum av hyggjarum uttanlands.

Filmsvinnuráðið ynskir harumframt eina felags menningarætlan fyri 2027–2031 við ítøkiligum málum fyri útlendska fígging, arbeiðspláss, føroyskan ognarskap og framleiðsluvirksemi.

– Vit vilja hava greið mál og árliga uppfylging, so úrslitini kunnu metast. Men langtíðarætlanin má ikki útseta neyðugu raðfestingarnar. Vinnan hevur tørv á betri kørmum nú, ikki um fimm ár, sigur ráðið.