Nýtt lógaruppskot skal savna reglurnar um lendisumsiting. Kommunurnar verða framvegis høvuðsmyndugleiki, men landið skal fáa heimild at skipa øki til millum annað vegir, havnir og orkuverkætlanir.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sent uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg til almenna hoyring.
Uppskotið skal savna og dagføra reglurnar um, hvussu lendið í Føroyum verður skipað og brúkt. Endamálið er at gera ábyrgdina greiðari og tryggja eitt betri grundarlag undir avgerðum um bygging og aðra lendisnýtslu.
Kommunurnar skulu framvegis standa fyri vanligari lendisumsiting. Landið skal tó fáa heimild at gera landslendisskipanir fyri øki til landsendamál, eitt nú landsvegir, havnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir.
Náttúru- og umhvørvisfyrilit skulu eisini fáa størri pláss í skipanini. Lendið skal flokkast eftir, hvussu viðkvæmt tað er. Í viðkvomum økjum kunnu kanningar ella árinsmetingar verða neyðugar, áðrenn loyvi verður givið til bygging ella onnur inntriv.
Harumframt verður lagt upp til eina talgilda Lendisskrá, har borgarar, vinna og myndugleikar kunnu síggja galdandi skipanir og uppskot til broytingar.
Uppskotið hevur áður verið til undanhoyringar hjá millum øðrum Kommunufelagnum og Føroya Kærustovni og er síðani tillagað á fleiri økjum.
Lógaruppskotið og ein kunningarbóklingur eru tøk á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Ummælisfreistin er 19. november 2026.
