Uppskotið um at brúka 74,4 milliónir krónur til nýggjar høvuðsmotorar á Smyrli kemur til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag. Fleiri upplagdir spurningar eru til landsstýrismannin, m.a. hvat tekniska grundarlagið er fyri at skifta allar fýra motorarnar.
Vinnumálaráðið ætlar at skifta høvuðsmotorarnar á Smyrli, tá skipið fer í dokk í 2028. Motorarnir skulu bíleggjast longu nú, tí útveganartíðin er long.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at aldur og slit økja um vandan fyri størri tekniskum brekum næstu árini. Nýggir motorar skulu tryggja raksturin á Suðuroyarleiðini og minka um oljunýtslu og viðlíkahaldskostnað.
Men uppskotið upplýsir hvørki, hvussu nógvar tímar hvør motorur hevur koyrt, ella hvussu langt er millum kravdu yvirhálingarnar.
At Smyril sambært uppskotinum siglir í miðal 11,5 tímar um dagin, sigur heldur ikki í sjálvum sær, hvussu nógv hvør einstakur motorur verður brúktur.
Upplagdir spurningar til Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum eru m.a.:
- Hvat er ítøkiliga tekniska grundarlagið fyri at skifta høvuðsmotorarnar heldur enn at yvirhála teir?
- Hvussu nógvar tímar hevur hvør av teimum fýra motorunum koyrt?
- Hvussu nógvar tímar koyrir hvør motorur um dagin og um árið, og hvussu ofta eru allir fýra í rakstri samstundis?
- Hvussu nógvar rakstrartímar kunnu motorarnir koyra millum hvørja kravda yvirháling?
- Sambært upplýsingum, sum Norðlýsið hevur fingið, varð ein motorur skiftur í 2014. Er tað rætt, og hví skal eisini hesin skiftast nú?
- Hvussu nógvar tímar hevur motorurin frá 2014 koyrt?
Samlaði kostnaðurin er mettur til 74,4 milliónir krónur. Umleið helvtin fer til keypið av motorunum og hin helvtin til ísetingina. Landskassin rindar allan kostnaðin.
