Klaksvík
6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Baldursbrá fingið 35 nýggj pláss

Jóhann Lützen

Nýggi tilbygningurin í Baldursbrá á Norðoyri lat upp í dag. Barnagarðurin hevur nú tilsamans 80 pláss.

Børn, foreldur og starvsfólk vóru savnað til almenna móttøku, har børn úr Baldursbrá sungu fyri gestunum.

Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Hon vísti á, at dagstovnaøkið hevur verið eitt týðandi raðfestingarøki hjá Klaksvíkar kommunu seinastu árini.

Útbyggingin gevur 35 nýggj barnagarðspláss og skal hjálpa kommununi at nøkta tørvin á dagstovnaplássum.

Eftir røðuna fingu gestirnir høvi at síggja nýggju hølini og fáa ein drekkamunn.

Baldursbrá varð tikin í nýtslu í 2022.

Niðanfyri prenta vit røðuna hjá Anniku S. Biskopstø

Góðu tit øll,

Hjartaliga vælkomin til henda serliga dagin.

Hetta er fjórði nýbygningurin á dagstovnaøkinum í kommununi.

Barnahúsið Margit lat upp í 2007.

Fjallafípan hevur havt fleiri byggistig millum 2017, 2019 og aftur í 2023.

Og tað eru bert fýra ár síðani, at Baldursbrá varð tikin alment í nýtslu 2022.

Við hesi útbyggingini fær Baldursbrá 35 nýggj pláss, so tilsamans rúmar dagstovnurin nú umleið 80 pláss.

Men tað er ikki bara ein størri bygningur, vit hátíðarhalda í dag. Tað er eitt størri og betri tilboð til barnafamiljurnar í kommununi.

Og hendan nýbygging og víðkan á dagstovnaøkinum, er eitt týðiligt tekin um ein bý, sum trýr upp á børnini og framtíðina.

Tá vit byggja barnagarðar, byggja vit ikki bara eitt hús. Vit byggja treytir fyri, at foreldur kunnu fara til arbeiðis við góðari samvitsku. Og vit byggja eina kommunu, har børn fáa góðar og tryggar umstøður at trívast og mennast í.

Góð barnaár eru ikki ein útreiðsla. Góð barnaár eru ein íløga. Ein íløga, sum gevur avkast í nógv ár framyvir.

Góðir karmar gera tað lættari at støðast, og leggur upp til spæl, fordjúpan, kreativitet, hugflog og tann góða felalagsskapin.

Men ein góð normering er sjálvur lykilin. Tað gevur møguleika at steðga á, – og skapar sostatt betri fortreytir fyri næruveru, tryggleika og umsorgan, – sum er so grundleggjandi fyri okkara tilveru.

So takk kæru námsfrøðingar, hjálparfólk og leiðsla, sum hvønn dag eru við til at skapa ein gerandisdag fyri okkara smáu.

Tað arbeiðið tit gera kann ikki sammetast við byggikostnað og fermetrar.

Tit (saman við familjuni sjálvandi) eru speglingin og brúgvin til tað góða lívið.

Vit sum kommuna vilja gera alt vit eru ment fyri, áhaldandi at skapa góðar arbeiðsumstøður og karmar, bæði inni og úti.

Í dag gleðast vit um eitt úrslit, sum nógv hava glett seg til og verið við til at skapt. Politikkarar, námsfrøðingar, byggifrøðingar, ráðgevar, arbeiðsfólk, handverkarar, leiðsla og starvsfólk. Takk fyri tykkara arbeiði og tykkara íkast í tilgongdini– á so mangan hátt. Eisini eitt tøkk til foreldur og avvarandi.

Sjálvt um tað kann vera strævið at vera og virka á einum byggiplássi, so ímyndi eg mær eisini, at tað hevur verið spennandi hjá børnunum, at síggja ágrýtin og virkisfús arbeiðsfólk til verka í øllum veðrið og stórar maskinur á økinum, sum hava gravað og lyft formar í eina rúma tíð nú.

Kanksa onkur komandi handverkari er blivin kveiktur.

Takk til tykkum øll!

Og ein vinarlig heilsan til børnini eisini, sum fylla økið við orku – lívi, látri og litum. Mín vón er, at gerandisdagurin er ríkandi og mennandi, og at tit fáa lærdóm og djúp og varandi vinarløg her á staðnum – sum røkka langt inn í framtíðina.