17 ára gamli U-landsliðsleikarin John Ziska Joensen hevur longt sáttmálan við KÍ og gleðir seg til at menna seg víðari í felagnum.
John Ziska hevur í ár vant við besta mansliðnum og verið við í steypadystinum móti ÍF. Annars hevur hann fyri tað mesta spælt við 2. deild og U21.
Hann umboðaði føroyska U17-landsliðið í vár og hevur í heyst spælt við U19.
– Eg eri sera errin av at hava longt sáttmálan við KÍ og spentur upp á, hvat framtíðin hevur at bjóða. Vit fara nú undir ein nýggjan kapittul við Fróða, og eg gleði meg til at menna meg víðari, vísa meg fram og gera mítt besta fyri KÍ, sigur John Ziska.
KÍ fegnast um at hava knýtt unga leikaran at manshópinum komandi árini.
