Føroyar taka ímóti Kosovo 4. november og møta Montenegro á útivølli 8. november. Flestu sitiplássini til heimadystin eru longu seld.
Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið 16 leikarar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini.
Hópurin er hesin:
Málverjar
- Pauli Jacobsen, IFK Skövde HK
- Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen
Bakkar
- Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona
- Rói Ellefsen á Skipagøtu, Århus Håndbold
- Óli Mittún, GOG
- Pauli Mittún, HC København
- Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf
- Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel
- Bjarni í Selvindi, Valur
Strikur
- Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro
- Ísak Vedelsbøl, HØJ
- Helgi Hildarson Hoydal, H71
Vengur
- Pauli Høj, Bergsøy
- Leivur Mortensen, HF Karlskrona
- Hákun West av Teigum, Füchse Berlin
- Allan Norðberg, Valur
Stórur áhugi er fyri heimadystinum móti Kosovo við Tjarnir. Flestu sitiplássini eru longu seld, og tí verður mælt til at tryggja sær pláss skjótast gjørligt.
Atgongumerki fáast á tjarnir.fo.
