Tummas Pauli er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Áðrenn hann kom til Demich, arbeiddi hann í fimm ár sum byggileiðari hjá Arpe Kjeldsholm í Keypmannahavn.
Hann tekur við eftir Suna Justinussen, sum hevur verið virkandi stjóri síðsta árið.
Sambært Suna Justinussen eru nógvar broytingar gjørdar í felagnum seinastu tíðina, og fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur Demich havt yvirskot á botnlinjuni.
– Vit í nevndini í Demich fegnast um, at Tummas Pauli hevur tikið av at reka felagið víðari framyvir, sigur Suni Justinussen.
Demich veitir grønar hitaloysnir og hevur í fleiri ár verið partur av orkuskiftinum í Føroyum. Felagið er eitt dóttirfelag hjá Magn og hevur 32 starvsfólk.
