Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keyparar halda seg aftur við keypi av uppsjóvarfiski

Jóhann Lützen

Fleiri limir í altjóða samtakinum NAPA hava minkað um ella steðgað keypi av makreli, norðhavssild og svartkjafti úr landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Orsøkin er sambært NAPA, at strandarlondini ikki hava fingið eina varandi semju um býtið og umsitingina, sum tryggjar fiskiskap í samsvari við vísindaligu ráðgevingina.

NAPA stendur fyri North Atlantic Pelagic Advocacy Group og savnar fyritøkur úr allari sjómatvinnuni – frá stórum handilsketum til fiskavirkir og fóðurframleiðarar. Endamálið er at fáa burðardygga umsiting av uppsjóvarstovnunum.

Millum luttakararnar eru Aldi, Tesco, Asda, Marks & Spencer, Morrisons og Waitrose, umframt fiskamjøls- og lýsiframleiðaran TripleNine.

Fyritøkurnar taka hvør sína avgerð um keypið. Summar gevast, aðrar minka keypið, meðan aðrar halda fram. NAPA nevnir ikki í fráboðanini frá 5. oktober, hvørjar fyritøkur hava valt hvørja loysn. Talan er sostatt ikki um eitt felags keypsbann.

Boðini koma, nú strandarlondini samráðast í London um uppsjóvarfisk fyri 2027.