Kaveh Magnusson gevst eftir eitt kappingarár, har KÍ-kvinnurnar hava vunnið allar tríggjar heimligu kappingarnar. Nevndin arbeiðir við at finna ein avloysara til næsta ár.
Jógvan Skorheim, sum hevur ábyrgd av KÍ-kvinnunum, upplýsti seinasta fríggjadag í KÍ-kaféini, at nevndin arbeiðir við at finna nýggjan venjara til kappingarárið 2027.
KÍ hevur boðað frá, at Kaveh Magnusson gevst sum høvuðsvenjari, tá kappingarárið endar 24. oktober. Hann kom til felagið undan hesum kappingarárinum við einum eitt ára sáttmála.
Úrslitini hava verið framúr. KÍ-kvinnurnar hava vunnið stórsteypadystin, steypakappingina og føroyameistaraheitið og hava eisini tryggjað sær luttøku í Champions League næsta ár.
Landskappingin varð avgjørd við tveimum dystum eftir. Sambært fráboðanini hjá KÍ hevði liðið eftir 24 dystir skorað 105 mál, bert latið níggju mál inn og hildið málið reint í 18 dystum.
Tað eru 4 ár síðani KÍ vann greipuna seinast, 6 ár síðani tær vunnu The Treble og 8 ár síðani tær seinast vunnu ein Champions League dyst.
Kaveh Magnusson sigur í fráboðanini, at hann hevur rokkið málunum, hann setti sær, tá hann kom til felagið. Hann leggur dent á hugburðin, arbeiðsviljan og samanhaldið í hópinum sum týðandi grundarlag undir úrslitunum.
