Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj byggisamtykt góðkend fyri Klaksvíkar kommunu

Jóhann Lützen

Endurskoðaða byggisamtyktin gevur rúm fyri fjølbroyttari bústaðarloysnum og smærri búeindum. Eisini eru øki løgd út til eldradepil í Grøv og frítíðar- og ferðavinnu á Trøllanesi.

Heilsu- og orkumálaráðið hevur góðkent endurskoðaðu almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu eftir viðmæli frá Býarskipanarnevnd Landsins.

Høvuðsendamálið er at dagføra ásetingarnar, so tær samsvara við bygningskunngerðina BK17. Meginparturin av økisásetingunum er eisini endurskoðaður við millum annað greiðari lýsingum av nýtslu og møguleikum fyri smærri búeindum.

Nýggjar ásetingar fevna millum annað um girðingar, vegaøki, nýtslu av fríøkjum og stødd á grundøkjum við útstykking.

Á Trøllanesi er eitt nýtt frítíðar- og ferðavinnuøki lagt út, og úti í Grøv eru øki sett av til ein komandi eldradepil.

Uppskotið var til almenna hoyring í fjør. Eitt broytingaruppskot kom inn og verður viðgjørt sum sjálvstøðugt mál.

Galdandi byggisamtyktin sæst her.