Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samráðast um uppsjóvarfisk í London

Jóhann Lützen

Í dag byrja strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft í London. Næstu tvær vikurnar skulu londini eisini samráðast um norðhavssild og makrel fyri 2027.

Føroyar, Bretland, ES, Ísland og Noreg hittast í dag, týsdagin 13. oktober, til samráðingar um svartkjaft. Mikudagin og hósdagin verður norðhavssild á skránni, tá Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland hittast.

Samráðingarnar um makrel verða týsdagin til hósdagin í næstu viku. Tá luttaka Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.

Høvuðsmálini eru at viðgera ráðgevingina frá ICES, finna semju um mest loyvdu veiðu fyri 2027 og samráðast um framtíðar býtið millum londini.

Eisini verða útbreiðsla hjá stovnunum, veiðuhagtøl og umsitingartiltøk viðgjørd.