Mikudagin og hósdagin verður høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré. Tilmeldingarfreistin til vitjanirnar í morgin er í kvøld klokkan 18.
Franska havgranskingarskipið Beautemps-Beaupré, sum ger sjókort fyri fronsku verjuna, liggur við kai í Havn.
Franska konsulatið bjóðar vitjanir umborð 14. og 15. oktober, báðar dagarnar klokkan 10 og 14. Hvør vitjan tekur umleið 45 minuttir, og pláss er fyri 20 fólkum hvørja ferð.
Tilmelding fer fram við telduposti til hannafranka10@gmail.com ella við sms til 211057. Upplýs navn, kyn, føðingardag og ynskta vitjanartíð. Til ber at velja tvær tíðir í raðfestari røð.
Freistin til vitjanirnar mikudagin er í kvøld klokkan 18. Til vitjanirnar hósdagin er freistin mikudagin klokkan 12. Tey, sum fáa pláss, fáa boð.
Øll vitjandi skulu hava samleikaprógv við, eitt nú pass ella koyrikort. Børn skulu fylgjast við vaksnum og eisini hava samleikaprógv.
