Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestmenningar og hvalbingar keypa Biritu

Jóhann Lützen

Felagið Gráastein Sp/f, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu TN 132, er sambært heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum selt. Keypsprísurin verður sagdur at liggja millum 250 og 300 milliónir krónur.

Eitt felag aftan fyri uppsjóvarskipið Vestmenning kemur at eiga 40 prosent, meðan eitt felag aftan fyri Arctic Voyager kemur at eiga 60 prosent, skrivar Fiskimannafelagið.

Birita kom í føroyska flotan í november 2021. Skipið varð keypt úr Noregi og kallaðist tá Havfisk.