Í farnu viku kom fram í høvuðsstaðarmiðlum, at Deni Pavlovic møguliga fór at skifta til HB.
Fleiri miðlar høvdu hesa søguna, sum í summum førum bygdi á leysasøgur í Havn.
Í KÍ og Klaksvík hevur søgan tó ikki fingið bein at ganga á. Hinvegin hava allar keldur, sum Norðlýsið hevur verið ísambandi við víst hesum aftur. Deni Pavlovic hevur sáttmála fyri 2027, sum Norðlýsið skrivaði fyri fleiri vikum síðani og sum skilst er eingin áseting, sum ger nakað slíkt skiftið møguligt uttan at vanligar samráðingar skulu til, og ongar ábendingar eru enn um nakrar slíkar.
Tí bendur nógv á, at einki er í hesum leysasøgunum og tí væntast Deni Pavlovic at spæla við KÍ í 2027.
