Klaksvík
8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mai og Lea í starvsvenjing á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

ks.fo

Seinastu tvær vikurnar hava vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi havt gleðina av at hava Mai Leiti og Leu Hansen frá Fuglafjarðar Skúla í starvsvenjing her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tær hava fingið høvi at roynt seg á fleiri ymiskum økjum á sjúkrahúsinum og soleiðis fingið eina fatan av hvussu fjølbroytt arbeiðið á einum sjúkrahúsi í veruleikanum er. Her fingu vit eina mynd av teimum í fullum búna á sjúkraflutningstænastuni fyrsta dagin.

Síðani hava tær verið á Rannsóknarstovuni, á seingjardeildini, á fysioterapiini og luttikið í arbeiðinum í køkinum. Eisini hava tær roynt seg á vaskarínum og at enda fingið innlit í arbeiðinum á goymsluni.

Vit eru sera fegin um at fáa høvi at vísa Mai og Leu nakað av tí fjølbroytta arbeiðslívinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi – og vónandi kunnu tær fara heim við skjáttuni fullari av vitan, hugskotum og nýggjum íblástri.

Takk fyri vitjanina, Mai og Lea – og alt gott á leiðini!