Leygardagin kl 16.00 verður dystur í KÍ-høllini millum bestu kvinnuliðini hjá Stjørnuni og H71.
Liðini hava leikt ein dyst í móti hvørjum í hesum kappingarárinum, tað var í Hoyvíkshøllini fyri einum mánaði síðani. Tann dysturin var javnur og undirhaldandi, og endaði við einum 31- 27 sigri til H71. M.a. grundað á tað, er lagt upp til ein spenndandi dyst.
Stjørnuleikarnir vóna at norðoyingar møta fjølmentir upp fyri at stuðla teimum – Koyr á Stjørnan.
