Hátíðarløta var í dag á Kósini í sambandi við, at Aron Isaksen var útlærdur sum maskinsmiður.
Á samkomuni tók Aron ímóti sveinabrævinum. Andrias Ellingsgaard, lærumeistari, og Jógvan Hansen, rakstrarleiðari, søgdu nøkur orð, og Aron fekk eisini eina gávu frá felagnum.
Aron heldur fram at arbeiða á Kósini, og vit ynskja honum alt tað besta framyvir, nógvar góðar avbjóðingar og blíðan byr á leiðini.
Hjartaliga tillukku og bestu ynski um framtíðina!
Á myndini síggjast frá vinstru: Jógvan Hansen, rakstrarleiðari, Aron Isaksen, maskinsmiður, og Andrias Ellingsgaard, lærumeistari.
