Klaksvík
4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Strandarlondini samd um svartkjaft og norðhavssild fyri 2027

Jóhann Lützen

Heildarkvotan verður góð 1,06 millión tons av svartkjafti og 588.004 tons av norðhavssild næsta ár. Býtið millum londini er tó ikki komið upp á pláss.

Strandarlondini eru samd um heildarkvoturnar fyri svartkjaft og norðhavssild í 2027. Tað boðar norska vinnu- og fiskimálaráðið frá, sambært Fiskeribladet.

Heildarkvotan fyri svartkjaft verður 1.064.191 tons, meðan kvotan fyri norðhavssild verður 588.004 tons. Báðar kvoturnar fylgja vísindaligu ráðgevingini frá Altjóða havrannsóknarráðnum, ICES, og umsitingarætlanunum, sum londini eru samd um.

Semjan snýr seg um samlaðu veiðuna. Enn verður arbeitt við at fáa heildaravtalur um býtið av stovnunum millum londini, og tí er ikki greitt av hesi semjuni, hvussu stórur føroyski parturin verður.

Føroyar eru strandarland fyri báðar stovnarnar. Hini strandarlondini fyri svartkjaft eru Noreg, ES, Bretland og Ísland. Fyri norðhavssild eru tey Noreg, Russland, Bretland og Ísland.

Vikuskiftis kakan
Vikuskiftis kakan