Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fær írskan fótbóltsgreinara

Jóhann Lützen

28 ára gamli Eoin Heffernan verður knýttur at besta mansliðnum hjá KÍ í januar. Írin hevur royndir frá bæði skotskum og enskum fótbólti.

KÍ hevur gjørt avtalu við Eoin Heffernan, sum skal taka sær av avriksgreiningini hjá besta mansliðnum komandi ár. Arbeiðið fevnir millum annað um videogreining og taktiska fyrireiking til dystir.

Eoin hevur verið í starvsvenjing hjá Hamilton Academical í Skotlandi kappingarárið 2023/24 og hjá Charlton Athletic í ensku Championship í 2025/26.

Hjá Hamilton arbeiddi hann við besta mansliðnum og U18-liðnum, sum hann eisini var við í UEFA Youth League. Høvuðsuppgávan var at greina mótstøðulið.

Hjá Charlton arbeiddi hann somuleiðis við greining av mótstøðuliðum, videobrotum til leikarar, málverjuvenjing og fyrireiking til serstøður. Harumframt hevur hann verið greinari hjá Kildare GAA í írskum ítrótti.

Eoin sigur seg gleða seg til avbjóðingina í Klaksvík. Hann leggur dent á, at venjarar og leikarar skulu hava neyva vitan um mótstøðuliðið gjøgnum videogreining og taktiska fyrireiking.

Fróði Benjaminsen, høvuðsvenjari hjá KÍ, heldur greining vera ein týðandi part av nútíðar toppfótbólti. Endamálið er fyrst og fremst at menna egnar leikarar, millum annað taktiskt í teimum ymisku støðunum í dystinum.