Mortan A. Mortensen, skipari á línuskipinum Kambi, finst hvassliga at reglunum fyri fiskiskap á Føroya Banka. Hann metir, at kravið um at fara til lands at melda til hevur kostað teimum 3.000–4.000 litrar av olju og umleið 20 tímar av fiskitíð.
Í einum uppslagi á sínum facebook vanga greiðir Mortan A. Mortensen frá, at Kambur hevði gjørt eina roynd á Bill Bailey, men fiskiskapurin var ikki nøktandi. Tí var nærliggjandi at royna á Føroya Banka á veg inn aftur og brúka dagarnar, sum skipið hevur har í ár.
Men sambært skiparanum krevja reglurnar, at skipið fyrst skal til lands at melda til fiskiskap á Bankanum.
– Vit mugu sigla tvørtur um Føroya Banka, inn á Vág, springa upp á land, melda til og so avstað aftur við kós út á Føroya Banka, skrivar Mortan A. Mortensen.
Hann sigur, at teir høvdu væntað og fingið lovað eina broyting, so til bar at melda til uttan fyrst at leggja at kai. Men tann broytingin er sambært honum ikki við í nýggju kunngerðini fyri línuskip í bólki 3.
Mortan finst eisini at, at kunngerðin kemur so seint. Eftir hansara tykki átti hon at verið komin áðrenn 1. september.
Hann metir, at óneyðuga siglingin hevur kostað teimum 3.000–4.000 litrar av olju og umleið 20 tímar, sum annars kundu verið brúktir til fiskiskap. Hann heitir tí á tey, sum ráða fyri borgum, um at fáa viðurskiftini í rættlag.
– Grønt er hetta ikki, staðfestir skiparin á Kambi.
