Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vitlíki og marknaðarføring á breddanum í Klaksvík

Jóhann Lützen

Hvussu tryggjar ein fyritøka sær, at hon verður nevnd, tá viðskiftafólk biðja vitlíki um viðmæli? Tað verður eitt av evnunum, tá Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri limatiltaki á KG týsdagin.

Danski ráðgevin Morten Saxnæs fer týsdagin 20. oktober klokkan 13.30 at greiða frá, hvussu vitlíki broytir marknaðarføring og kappingina millum fyritøkur.

Dentur verður lagdur á, hvussu arbeiðsuppgávur og førleikar broytast, og hvussu fyritøkur kunnu skara framúr, tá øll hava atgongd til somu amboð. Eisini verður viðgjørt, hvør leikluturin hjá kreativiteti, branding og menniskjaligum førleikum verður.

Morten Saxnæs rekur Studio Saxnæs og hevur arbeitt við altjóða lýsingarherferðum fyri millum annað Momondo, VELUX og TV 2.

Tiltakið á KG er ætlað limum í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, og enn ber til at melda seg til.

Mikudagin 21. oktober leiðir Morten Saxnæs eisini eina praktiska verkstovu á Hotel Brandan. Har fara luttakararnir at arbeiða við vitlíkisamboðnum Claude til tekstskriving, hugskotsmenning og greining. Verkstovan er longu fullteknað.

Árligt limagjald í felagnum er 1.000 krónur fyri hvønn persón. Áhugað kunnu skriva til ffm@ffm.fo.