Klaksvík
9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir vann trygt á Toftum

Jóhann Lützen

Menninir hjá Mjølnir vunnu í dag 3–0 á Ternuni á Toftum. Settúrslitini vóru 25–12, 25–18 og 25–21.

Mjølnir legði hart út og vann fyrsta sett sannførandi. Ternan gav størri mótstøðu í teimum báðum næstu settunum, men klaksvíkingarnir hildu fast og avgjørdu dystin eftir ein tíma og níggju minuttir.

Liðskiparin Thorvald Danielsen byrjaði øll trý settini saman við Dávið Ryan, Mileta Vesovic, Páll Heðin í Grund, Steffan Rosenlund og Vuk Ilic.

Serliga vóru nakrar góðar løtur við servuni. Í øðrum setti fór Mjølnir úr 18–13 upp á 23–13, meðan Dávið Ryan servaði. Í triðja setti vann liðið fýra stig á rað við Vuk Ilic við servuna og fór úr 12–14 upp á 16–14.

Mjølnir gjørdi eina útskifting: Við støðuna 24–20 í triðja setti kom Micah Lukama inn fyri Dávið Ryan. Símun Poulsen og Petar Ilic vóru skrásettir sum libero.