Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fjallabjargar hava lokið altjóða útbúgving

Tíðindaskriv

Seinastu 10 daganir, hava 13 sjálvboðin frá Føroya Fjallabjargara felag tikið altjóða útbúgving innan fyrstu hjálp í óbydgum øki.

Føroya Fjallabjargara Felag hevur styrkt fakliga førleikan í tilbúgvingini, eftir at 13 bjargingarfólk hava lokið Wilderness First Responder-útbúgvingina hjá Wilderness Medical Associates International.

Wilderness First Responder, ofta stytt WFR, er ein altjóða útbúgving innan viðgerð og fyrstuhjálp í avsíðis- og krevjandi umhvørvi. Útbúgvingin er serliga ætlað fólki sum arbeiða í støðum, har tað kann ganga long tíð, áðrenn sjúklingurin fær atgongd til sjúkrahús ella aðra framkomna læknaliga viðgerð.

Hetta ger útbúgvingina serliga viðkomandi fyri bjargingararbeiði í Føroyum, har uppgávur kunnu fara fram í brøttum og illa atkomuligum lendi, undir skiftandi veðurviðurskiftum og langt frá vanligari heilsutænastu.

  • Fyri okkum er tað sera týdningarmikið, at okkara bjargingarfólk hava førleikar, sum eru lagaðir til tað umhvørvið, vit arbeiða í, sigur Gundur Mortensen, undirvísingarleiðari.

Á skeiðnum hava sjálvboðin bjargingarfólkini millum annað arbeitt við sjúklingameting, álvarsligum skaðum, bráðsjúku, niðurkøling og viðgerð av sjúklingum yvir longri tíð. Ein týðandi partur av útbúgvingini er eisini at læra at taka avgerðir í støðum, har útgerð, manning og atgongd til læknahjálp eru avmarkað.

Hetta er eitt týdningarmikið stig í áhaldandi arbeiðinum hjá Føroya Fjallabjargara Felag at menna førleikar og fakliga støðið í føroyskum fjallabjargingararbeiði.

Gundur Mortensen, Undirvísingarleiðari:

Wilderness First Responder er ein altjóða útbúgving, sum er ment júst til støður, har hjálpin kann vera langt burturi, og har bjargingarfólkið má kunna taka ábyrgd av sjúklinginum í longri tíð.”

“Við 13 nýútbúnum Wilderness First Responders hava vit styrkt okkara tilbúgving munandi. Tað gevur okkum eitt enn sterkari grundarlag fyri at veita trygga og fakliga góða hjálp undir krevjandi umstøðum í føroysku náttúruni.”

Útbúgvingin verður veitt av Wilderness Medical Associates International, við undirvísarum úr Íslandi.  Hetta er fyrstu fer at undirvíst verður í hesum í Føroyum. Neyðugt hevur tí veri við góðum samstarvi millum ábyrgdarlæknan hjá Fjallabjargarinum og Føroyskar myndugleikar herundir landslæknan, hetta samstarvið er eydnast sera væl. Hetta merkir at Fjallabjargarar nú kunnu veita lívsneyðugan heilivág tá tørvur er á tí.

Fyri Føroya Fjallabjargara Felag, er málið at halda fram við at menna bæði einstaka bjargingarfólkið og samlaðu tilbúgvingina, soleiðis at felagið er so væl fyrireikað sum gjørligt, tá tørvur er á hjálp í føroysku náttúruni.

Myndir: Heini Hansen & Jensjáku Hansen