Nema
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Setrið fekk 29,3 milliónir í granskingarstuðli

Jóhann Lützen

Fróðskaparsetur Føroya útvegaði metstóran granskingarstuðul í 2025. Stuðulin vaks 68 prosent samanborið við árið fyri.

Granskarar á Fróðskaparsetrinum útvegaðu tilsamans 29,3 milliónir krónur úr føroyskum og útlendskum fíggingarkeldum í fjør. Í 2024 var upphæddin 17,4 milliónir krónur.

Vøksturin er sostatt 11,9 milliónir krónur og stavar serliga frá størri stuðli úr útlendskum grunnum, upplýsir Setrið.

Peningurin er játtaður til ávísar granskingarverkætlanir og er ikki ein hækking av vanligu rakstrarjáttanini á løgtingsfíggjarlógini. Verkætlanirnar kunnu fevna um fleiri ár, og tí verður stuðulin ikki neyðturviliga útgoldin ella brúktur allur í einum ári.

Samstundis er talið av vísindastarvsfólkum við granskingarskyldu vaksið úr 48 í 2024 upp í 58 í 2025. Talan er um persónar og ikki fulltíðarstørv, tí fleiri arbeiða niðursetta tíð.

Sambært Setrinum stavar vøksturin í starvsfólkatalinum einamest frá fleiri ph.d.-lesandi, sum verða fíggjað við uttanhýsis granskingarstuðli. Talið av ph.d.-lesandi er vaksið 68 prosent frá 2020 til 2025.

Nema