Í dag byrjar átakið SkíggjaSunn, sum skal fáa føroyingar at hugsa um sínar skíggjavanar. Skúlar, arbeiðspláss og kommunur kring landið eru við.
Umleið 7.000 fólkaskúlanæmingar, 2.600 miðnámsskúlanæmingar og 100 næmingar á eftirskúlum og háskúlum taka lut. Harumframt eru fleiri arbeiðspláss og kommunur við, boða fyriskipararnir frá í tíðindaskrivi.
Hesa vikuna verður sjóneykan sett á avbjóðingar og óvanar við skíggjanýtslu. Evnini fevna millum annað um skíggjar og svøvn, trupulleikan við at leggja telefonina frá sær og avbjóðingar hjá børnum á netinum.
Luttakararnir fáa plakatir við góðum ráðum, sum verða hongdar upp kring landið.
Leygardagin verður heitt á fólk um at sløkkja saman við Heilsustýrinum. Síðan tekur Nærveruvikan við, har dentur verður lagdur á at leggja telefonina oftari til viks – serliga tá ið vit eru saman við øðrum.
Endamálið er at fáa allar føroyingar at umhugsa sínar skíggjavanar og geva nærveruni størri rúm í gerandisdegnum.
