Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Eigil Hentze, varaskúlastjóra!

Asbjørn Lómaklett, fyrrv., skúlastjóri.

Eigil Hentze varð borin í heim 24. februar 1943 á Tvøroyri. Foreldur hansara vóru Egon Hentze úr Froðba og Sonja, fødd Bærentsen av Tvøroyri. Eigil var giftur við Eydnu, f. Petersen úr Klaksvík. Tey fingu synirnar: Torfinn og Øssur.

Eigil andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hin 14. septembur 2026, 83 ára gamal.

Vit, Eigil komu at kennast longu í sekstiárunum á læraraskúlanum, har undirritaði varð liðugur í 1964, meðan Eigil tók prógv í 1967.

Eigil gjørdist lærari her í Klaksvík, har hann kom at undirvísa nógv í enskum og týskum, sum hann var sera stinnur í. Somuleiðis var Eigil eisini sera væl fyri í sínum egna móðurmáli.

Í 1980 gjørdist Eigil varaskúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð her í Klaksvík. Vit komu tí at arbeiða  sum leiðslutoymi í mong ár, og eg kann siga uttan nakran iva, at vit starvaðust sera væl saman, ikki eitt øvugt orð okkara millum nakrantíð.

Sum leiðari kann eg uttan himpr siga, at betri starvsfelaga enn Eigil, kundi eg ikki fingið. Hann var sera góður í ráðum, gløggur, umhugsin og skjótur at finna loysnir, tá tey ymisku ivamálini stungu seg upp, ið javnan koma fyri í so stórum arbeiðsplássi sum Skúlanum á Ziskatrøð við  o.u. 350 næmingum og á leið 40 lærarum.

Eigil dugdi sera væl at samstarva við lærarahópin. Her kom hansara bæði vinarliga og ikki minst skemtiliga suðuroyarlyndi honum til frama, og hóast Eigil, um neyðugt, væl kundi siga hugsan sína á røttum stað  og tíma, so dugdi hann, sum tann sera dámligi og gløggi maður, ið hann var, at bera tað so í bandi, at als eingin nevniverd ósemja kom at liggja eftir.

Nú er tað veruleiki, at í so stórum skúla, sum her er talan um, skulu mangar avgerðir takast hvønn dag, og í tí sambandi vil eg siga, at tað var ótrúliga gott fyri meg at hava so hollan starvsfelaga og vin at heita á sum Eigil, tað er vist, tí gott leiðslusamstarv kann ikki metast nóg høgt. 

Eigil var stinnur ”málmaður” bæði í týskum og enskum, men somuleiðis eisini í móðurmálinum, har vit mangan saman funnu góðar málsliga loysnir, tá eitthvørt skuldi skrivast á føroyskum. Sjálvur heitti eg mangan á Eigil um at fáa hansara meting av tí, sum skuldi latast úr hondum.

Serundirvísingin var eitt av økjunum, ið Eigil kom at hava ábyrgdina av, og hetta arbeiði røkti hann væl og virðiliga. Eigil tók sjálvur nakrar tímar við næmingum, ið tørvaðu stuðul, og tað var frægd at síggja, hvussu væl hann við fyrimyndarligum toli dugdi at skapa samband og álit við næmingin. Hetta er eisini fortreytin fyri góðum úrsliti á undirvísingarliga økinum.

Eigil hevur eisini havt onnur álitisstørv. Nevnast kann, at hann var blaðstjóri á Norðlýsinum 1974-75 og kvøldskúlastjóri frá 1975 og til hann gavst í virki skúlans.

Eigil var eisini stovnari og formaður í Skúlaleiðrarfelagnum í 1987. Seinni var hann nevndarlimur í fleiri ár.  Felagið fekk samstarv við hini norðurlendsku feløgini, og hevði hetta sera stóran og gagnligan týdning fyri leiðslurnar og skúlan í síni heild.

Nú havi eg nevnt nakað um samstarv okkara í  skúlanum, men vit, Kala, Eigil og Eydna komu somuleiðis saman sum vinir í frítíðini, har onnur sjálvandi eisini vóru við. Hetta vóru góðar og minniligar løtur, har Eigil við sínum dámliga, hittinorðaða, suðuroyar veruhátti altíð gjørdi samveruna bæði hugnaligari og skemtiligari, enn tær annars høvdu verið.

At enda vil eg takka fyri, at mær untist at starvast í øll hesi ár saman við so dugnaligum, skilagóðum og dámligum varaskúlastjóra sum Eigil Hentze.  

                      

Asbjørn Lómaklett, fyrrv., skúlastjóri.