Posta gevur í dag út ársins jólamerki og seinastu frímerkini í ár. Jólamerkini hava í hálva øld stuðlað góðum endamálum fyri børn og ung í Føroyum.
Tey fyrstu føroysku jólamerkini komu út 1. november 1976. Fyrstu trý árini fór ágóðin til Barnahjálpargrunnin, sum veitti faðirleysum børnum hjálp. Í 1979 varð Jólamerkjagrunnurin stovnaður at býta út ágóðan av søluni.
Ársins jólamerki hevur Lena Nicolajsen sniðgivið. Hon býr í Keypmannahavn, er útbúgvin í visuellari kommunikatión og hevur millum annað myndprýtt barnabøkur. Hetta er fyrstu ferð, hon sniðgevur jólamerki fyri Posta.
Eisini koma nýggj frímerki við føroyska tjóðsanginum og Sankta Lusia sum evnum.
Í ár eru 120 ár liðin, síðan Símun av Skarði yrkti Tú alfagra land mítt. Petur Alberg smíðaði lagið árið eftir. Heiðrik á Heygum hevur sniðgivið frímerkið, sum heiðrar tjóðsangin.
Jólafrímerkini við Sankta Lusia hevur Jana Jonhardsdóttir sniðgivið. Hon arbeiðir við myndlist, myndaprýðing og grafiskum sniði, og hetta eru hennara fyrstu føroysku frímerki.
Frímerkini fáast á posthúsunum og á stamps.fo.


