Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tilmælið fyri makrel meira enn tvífaldast

Jóhann Lützen

ICES mælir til at fiska 352.938 tons av makreli í 2027. Tað er 102 prosent meira enn tilmælið fyri í ár. Eisini tilmælini fyri svartkjaft og norðhavssild hækka.

Sambært Havstovuni er gýtingarstovnurin av makreli aftur komin upp um lívfrøðiliga markvirðið Blim. Tí eru ógvusligu verndartiltøkini frá í fjør ikki longur neyðug.

Fyri svartkjaft hækkar tilmælið 25 prosent upp í 1.064.191 tons. Orsøkin er góð tilgongd frá 2024-árganginum, sum nú er vorðin partur av gýtingarstovninum.

Tilmælið fyri norðhavssild hækkar 10 prosent upp í 588.004 tons.

Tølini eru lívfrøðilig tilmæli fyri samlaðu veiðuna úr stovnunum – ikki føroyskar kvotur.

Stovnsmetingarnar byggja millum annað á altjóða kanningar, sum føroyska rannsóknarskipið Jákup Sverri luttekur í.