Landsstýrið ætlar at hækka markið fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum úr 61.900 upp í 300.000 krónur, áðrenn mótroknað verður í pensjónini.
Uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í vetur, og ætlanin er at seta broytingina í verk 1. juli 2027. Hon kostar væntandi 50 milliónir krónur árliga og umleið 25 milliónir næsta ár.
Hetta er ein av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram í dag.
Uppskotið hevur 38,5 milliónir krónur í avlopi. Verður broytingin í mótrokningini samtykt, minkar avlopið niður í 13,5 milliónir.
Ungdómurin verður eisini raðfestur. 66 milliónir krónur verða settar av til Kampus-ætlanina, umframt átøk fyri lesandi og móti rúsevnismisnýtslu.
Landsstýrið ætlar harumframt at steðga fleiri skerjingum í samdøgurs- og uttanlandsfrádráttinum og geva løntakarum frádrátt við hámarki fyri fakfelagsgjald.
