Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bastian og Kamomilla tosa klaksvíksmál

Jóhann Lützen

Fólk og dólgar í Kardamummubýnum kemur nú sum teknifilmur á føroyskum. Bastian politimeistari og Kamomilla tosa klaksvíksmál í nýggju útgávuni.

Fyrsta sýningin verður í Havnar Bio hósdagin 8. oktobur. Filmurin verður eisini sýndur í Løkshøll og SALT, skrivar Kringvarpið.

Hetta er triðja árið á rað, at Kringvarpið bjóðar føroyskum familjum ein teknifilm á føroyskum. Undan hesum eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Palli Halaleysi komin á føroyskt.

Ymisku málførini seta sín dám á persónarnar. Meðan Bastian og Kamomilla tosa klaksvíksmál, tosa Jónatan og Frú Bastian suðuroyarmál, og pappageykurin tosar vágamál.

Páll Danielsen hevur leikstjórnað føroysku røddunum. Upprunatýðingin hjá Eyðuni Johannessen er lagað til filmin, og kendu sangirnir eru varðveittir.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur eisini bókina út aftur í ár.