Hin 1. oktobur í 1926 sær Sangkórið í Betesda dagsins ljós við 23 sangarum. Kórleiðari var Eliesar Poulsen.
Tað eru sostatt 100 ár liðin, síðan Betesdakórið varð stovnað.
Eg fekk í hesum sambandi orðið á Ruth Johannesen, sum síðani 2013 hevur sungið við í Betesdakórinum. Eg spurdi hana m.a. hví hon fór upp í kórið, og hvat henni dámar við at vera partur av kórinum.
– Eg fór uppí kórið, tí eg elski at syngja, tó so veit eg, at eg ikki eri av bestu sangarum.
– Tað er gott fyri meg at vera í Betesdakórinum, hetta ger mær gott bæði andaligt og sosialt, sigur Ruth.

Ruth Johannesen til kórvenjing
Eg kendi meg vælkomnan í sangkórið frá fyrsta degi. Sum trúgvandi er tað gott og uppbyggjandi at vera partur av hesum felagsskapi.
-Vit ferðast ofta til aðrar samkomur í Føroyum og hava sangmøtir. Hetta er sera hugnalig, og vit kenna okkum altíð sera væl móttikin allastaðni, vit koma. Tað er stuttligt at síggja, hvussu glað fólk eru, tá ið vit vitja teirra samkomu.
– Sangkórið hevur fleiri ferðir verið uttanlands. Eg var t.d. við, tá ið vit vitjaðu í Ålesund og Fosnavåg í Noregi í 2016. Umframt kórið – so vóru eisini nógv onnur fólk við okkum á ferðini. Vit sungu á møtum, upplivdu nógv og høvdu tað bæði hugnaligt og stuttligt. Slíkar ferðir knýta fólk tætt saman, hetta var ein ógloymandi túrur.
Sangarnir sera trúfastir
– Vit venja hvørt týskvøld, og sunnukvøld møta vit hálvan tíma, áðrenn møtið byrjar.
Fólkini, sum syngja í kórinum, eru í øllum aldri – líka frá 15 árum upp í yvir 80 ár. Vit eru umleið 60 fólk í sangkórinum. Sangararnir eru sera trúfastir, og onkur hevur enntá verið við í meira enn 60 ár.
Kórleiðari er Torkil Mørkøre.
– Fyrsta og størsta uppgávan hjá sangkórinum í Betesda er at boða gleðiboðskapin við sangi og tónleiki umframt at stuðla felagssanginum, tá ið møtir eru, Sigur Ruth at enda.

Betesdakórið frá 1926
Ovast frá vinstu: Jóhannes á Kósini, Martin í Toft, Poul Laksáfoss, H.P. Klein, Oliver Thomsen, Palli Steinberg, Palli Marsteen, Chr. Magnus Hansen, Óli í Horni, Jóhannes í Tunghúsinum, Jacob F. Isaksen, Mona Isaksen, Sára Johannesen, Ingrid Joensen, Lena Joensen, Jenny Gaard, Ida Purkhús, Sanna Mikkelsen, Thala á Dul, Hilma Hendriksen, Valborg Kjelnæs, Herdis Klein, og Amalia Thomsen.

Eliesar Poulsen, fyrsti kórleiðarin hjá Betesdakórinum
Í morgin, leygardagin 3. oktobur verður 100 ára føðingardagurin hjá Betesdakórinum hátíðarhildin í Betesda.
Vit á Norðlýsinum ynskja kórinum hjartaliga til lukku og blíðan byr.
