Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vælferð krevur kappingarføri

Jóhann Lützen


Greinin hjá Bjarna Djurholm um almennu fíggjarstøðuna reisir ein týdningarmiklan spurning: Hvussu laga vit almenna raksturin til eitt haldført inntøkugrundarlag, samstundis sum vinnan fær støðugar treytir at skapa framtíðar inntøkur undir?

Sambært tølunum í greinini eru rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum vaksnar umleið 50 prosent síðan 2019, meðan inntøkurnar eru vaksnar umleið 38 prosent. Tað er ein gongd, sum vit eiga at taka í størsta álvara.

Hetta snýr seg ikki um at niðurleggja vælferðarsamfelagið. Tvørturímóti. Skal vælferðin varðveitast, má hon byggja á ein búskap, sum eisini er haldførur, tá ið inntøkurnar minka ella standa í stað.

Almenni raksturin má tí leggjast til rættis eftir varandi inntøkum, ikki eftir teimum bestu árunum. Tað eigur at vera ein greiður karmur fyri, hvussu nógv raksturin kann vaksa, og góð ár eiga at verða brúkt til at leggja niður fyri, niðurgjalda skuld og gera neyðugar íløgur.

Samtundis mugu vit tora at spyrja, hvørji úrslit nýskipanirnar hava givið. Talgilding, einfaldari mannagongdir, samanlegging av dupultum uppgávum og greiðari ábyrgd eiga at síggjast aftur í hægri produktiviteti og betri tænastum. At flyta eina útreiðslu frá einum almennum kassa í annan er ikki ein verulig nýskipan.

Kappingarførið hjá vinnuni má eisini vera ein høvuðsraðfesting. Føroyar eru eitt lítið land við høgum kostnaðarstøði og sterkari altjóða kapping. Vinnan skal kunna gera íløgur í framleiðslu, tøkni, arbeiðsmegi og nýggjar marknaðir. Til tess krevjast støðugar og fyrisigiligar karmar, effektiv fyrisiting, góð infrakervi og ein skattapolitikkur, sum ikki ger tað truplari at skapa nýtt virði.

Produktivitetur er ein týðandi partur av loysnini. Um vit skulu fíggja hægri lønir, betri vælferð og fleiri almennar uppgávur, mugu vit fáa meira virði burtur úr hvørjum arbeiðstíma og hvørjari íløgu. Tað krevur samstarv millum tað almenna, vinnuna og útbúgvingarverkið.

Vinnuligar íløgur mugu tí síggjast sum ein fortreyt fyri framtíðar inntøkum. Tað almenna skal ikki taka alla váðan, men tað skal tryggja karmarnar, so at fyritøkur tora at leggja langtíðarætlanir og seta pening í framleiðslu og menning í Føroyum.

Ein sterkur vinnusektor og ein væl skipaður almennur rakstur eru ikki mótsetningar. Vinnan skapar inntøkurnar, sum fíggja vælferðina, og vælferðarsamfelagið skal tryggja eitt samfelag, har fólk kunnu liva, arbeiða og skapa.

Tí eigur spurningurin ikki bara at vera, hvat vit kunnu brúka meira pening til í ár. Spurningurin eigur eisini at vera, hvussu vit tryggja, at Føroyar hava eitt kappingarført vinnulív, hægri produktivitet og nóg mikið av varandi inntøkum til at fíggja vælferðina í framtíðini.

Vit eiga at taka ávaringarnar í álvara nú. Tølini eru kend, og avbjóðingarnar eru væl lýstar. Tað er betri at fremja neyðugu broytingarnar í góðum tíðum enn at verða noydd at gera tær, tá ið búskapurin longu er komin undir trýst.

Les greinina hjá Bjarna Djurholm her.