Baði hjá føroysku monnunum og kvinnunum, gekk væl í dag. Ímeðan tvær kvinnur spældu seg víðari, so vóru mennirnir millimetrar frá at koma ímillum átta tey bestu
Jan Mcintosh og Uni Árting byrjaðu dagin á stóra pallinum, har teir spældu í móti Sveis. Á stóra pallinum, er beinleiðis stroymingin og fólkið í salinum fylgir við á stórum skermum. Hesin fyrsti dysturin bleiv ótrúliga spennandi, sveisar vóru allatíðina á odda, 1-0 2-1- og 3-2, men aftana at hava javna til 3-3, so hildu føroyingarnir høvdi kalt, og vunnu spennandi dystin 4-3. Næsti dysturin var ímóti Ukraina, og var aftur her spenningur í, tó so vunnu Føroyar trygt 4-1. Føroyska parið var nú komið íllum tær 16 bestu tjóðirnar í Europa, og næst bíaði Finnland, sjálvt um Finnland vann dystin 4-1, so vóru bara millimetrar sum avgjørdu spennandi dystin, nakrir mistir doublar, sum vóru beint uttanfyri jarni, enn innanfyri. Men alt í alt eitt flott úrslit, og serliga flott spæl.
Jan Erik Fjallstein og Petur Thomsen fingu eitt heldur óheppi lutakast, tá teir møtti Niðurlondum, Niðurland vann dystin 4-1, men føroyingarnir spældu ótrúliga væl.
Aftana í dag liggur Wales Nr 1 hjá monnum, og Føroyar eru á einum flottum 10 plássi
Hjá kvinnum var spælt einmansleikur í dag
Theresa Enghamar var tann ið skuldi leggja út, hetta er fyrsta endaspæli hjá Theresu, sum veruliga hevur gjørt um seg í føroyskum dart seinasta árið. Theresa spældi ímóti eini danskari, og sjálvt um hon kom afturum 3-0, so merktist at hon gott kundi verða við, tí fleiri doublar vóru mistir á vegnum. Theresa vann fjórða setti men tapti tó 4-1
Jóna Miðalberg var óheppin í sínum lutakastið, tá hon trekti eina úr Skotlandi. Tó so, so bleiv dysturin meir spennandi enn vænta. Jóna vildi ikki bara “leggja kongin” hon bardist allan dystin, men frá støðuni 1-1 vósti tann skotska, at hon var betur og vann 4-1
Beinta Joensen byrjaði við eini frá Kroatia, og aftana at hon kom afturum 0-1, so vendi hon dystinum, og koyrdi hann sikkurt heim til støðuna 4-1
Nadja Tróndardóttir møtti eini úr Ukraina, og var søgan nakað tann sama sum hjá Beintu, hon kom afturum 0-1 og vann dystin 4-1
Beinta fekk síðani danska mótstøðu, og aftur her drógu danir longra strái, tá Danmark vann 4-0
Nadja spældi ímóti eini úr Íslandi, her var spennandi til endan, men vann tann íslendska 4-2
Aftna dag tvey er England Nr 1 hjá kvinnum, Føroyar liggja Nr 27
