Gongutúrur, søguløta, list og lokalsøga eru á skránni, tá Virkið Heyst heldur fram í Klaksvík í dag, týsdagin 6. oktober.
Dagurin byrjar við gongutúri við Norðoya Gongufelag klokkan 06.30–08.00. Nærri kunning um túrin fæst í Facebook-bólkinum hjá felagnum.
Seinnapartin klokkan 16.30 er søguløta á Klaksvíkar Bókasavni, har Krista Hvannastein lesur søguna „Hvar er hvíti?“. Samstundis letur listaframsýningin við Bárði Dal Christiansen í Gamla Seglhúsinum upp. Hon er opin til klokkan 18.00.
KFUM & K skipar eisini fyri pílagrímsferð klokkan 16.30–18.30. Undir heitinum „Í kvirru og nøgdsemi“ verður farið út í føroysku náttúruna við rúmi fyri hugleiðing og bøn.
Í kvøld klokkan 19.00–20.30 bjóðar Betri Banki í Bøgøtu til tiltakið „Skalt tú byggja?“. Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding á betri.fo.
Dagurin endar við lokalsøgu á Norðoya Fornminnasavni klokkan 20.00. Andras Sólstein heldur fyrilestur um tveir søguligar stubbar: eitt stuldursmál í Klaksvík í 1930 og eina syrgiliga hending á Viðareiði í 1907.
Virkið Heyst heldur fram til 10. oktober við tiltøkum, sum seta sjóneykuna á mentan, umhvørvi og kropsliga og sálarliga heilsu.
