Tín Politiska Meining bjóðar nú øllum 33 løgtingsfólkunum til almennar spurnarløtur, har borgarar kunnu seta teimum spurningar beinleiðis.
Nýggja átakið nevnist AMA – Spyr Løgtingið. Ætlanin er, at eitt løgtingsfólk í senn luttekur í eini skipaðari spurninga- og svarløtu í Facebook-bólkinum Tín Politiska Meining.
Fyrstu luttakararnir og dagfestingarnar eru ikki váttað enn, men almenningurin kann longu senda spurningar á heimasíðuni Spyr Løgtingið.
Tað ber til at velja, hvørjum løgtingsfólki spurningurin skal setast. Navn og teldupostur eru ikki kravd, og spurningarnir verða ikki lagdir alment út.
Atfinningarsamir spurningar eru vælkomnir, meðan persónsálop og viðkvæmar persónupplýsingar verða sáldað frá. Ikki kann væntast, at allir spurningar verða svaraðir.
Facebook-bólkurin Tín Politiska Meining hevur umleið 6.000 limir. Tiltakið er opið fyri øllum politiskum flokkum og verður samskipað av Arnfinni á Birtuni. Tað er ikki eitt alment tiltak hjá Løgtinginum.