Donald Trump boðaði fríggjadagin frá eini nýggjari avtalu millum USA, Danmark og Grønland, sum gevur amerikanarum varandi atgongd og víðfevnd rættindi á trygdarøkinum í Grønlandi.
Sambært amerikanskum myndugleikum fær USA rætt til hernaðarstøðir og flogferðslu og kann økja munandi um hernaðarligu tilveruna í Grønlandi. Samstundis verða lond uttan fyri NATO forðað í at byggja hernaðarstøðir, og kinesiskar og russiskar íløgur á viðkvomum økjum skulu avmarkast.
Trump lýsir avtaluna sum varandi amerikanskt ræði á trygdini í Grønlandi. Danskir og grønlendskir myndugleikar leggja hinvegin dent á, at Grønland ikki verður amerikanskt. Fullveldið og sjálvsavgerðarrætturin hjá grønlendingum verða varðveitt.
Avtalan skal undirskrivast í sambandi við ST-aðalfundin í New York í næstu viku og síðani góðkennast politiskt í Danmark og Grønlandi. Ætlanin er, at hon eisini skal galda, um Grønland einaferð gerst sjálvstøðugt.
Avtalan staðfestir, at Grønland – og alt Norðuratlantshavið – nú er vorðið eitt av týdningarmestu trygdarpolitisku økjunum í heiminum. Hetta hevur eisini beinleiðis týdning fyri Føroyar.
Keldur: NBC News/AP, Reuters og CBS News.
