Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myndarøð: KÍ tók ikki av møguleikunum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ hevði nokk av málmøgleikum, men tók ikki av, meðan Skála skuldi hava nógv færri møguleikar til at skora síni mál.

Skála byrjaði væl og trýsti langt frammi, men KÍ fótaði sær og kom til málmøguleikar. Skála fekk fyrsta málið, tá klaksvíkingurin Silas Gaard skoraði sítt fyrsta mál fyri Skála við flottum langskoti. KÍ svaraði aftur og Árni Frederiksberg skoraði framúr flott fríspark beinleiðis í málið, meðan Árni seinni sendi hornaspark innfyri til Jóannes K. Danielsen, sum annað umfar á rað fekk málstig fyri KÍ. 2-1 var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var KÍ omaná, men Skála javnaði, tá ein tími var leiktur. Skála spældi seg væl ígjøgnum heilt afturi frá verjuni og so javnaði Maxwell Effiom. KÍ legði eitt stórt trýst á síðsta hálva tíman, men inn vildi bólturin ikki. KÍ hevur alt ov fáar leikarar við nógvum málstigum, og tí skulu nógvir málmøguleikar til at skora uppá málmøguleikarnar. Hinvegin skuldi lítið til at skora móti KÍ og hetta var bara aðruferð í ár, at Skála á útivølli skorar meir enn eitt mál, meðan KÍ síðstu seks heimadystirnar bara hevur fingið átta stig.

Tá NSÍ samstundis vann sín dyst, so øktist munurin til trý stig, nú fýra umfør eru eftir. KÍ hevur torføra skrá eftir, har liðið tvær ferðir skal í Gundadal umframt at steypavinnararnir vitja í Klaksvík í síðsta umfarinum.