Í kvøld skal KÍ royna at fylgja við NSÍ í FM-stríðnum.
Seinast hesi liðini møttust í Klaksvík endaði tað 0-0. Síðani tá hava bæði liðini skift venjara og Skála er nú í eini røð við fýra dystum uttan tap.
Hjá KÍ eru nógv ivamál vegna skaðar umframt teir, sum eru uttanfyri langtíðarskaddir. René S. Joensen, Hallur Hansson og Páll A. Klettskarð eru millum teir ivasomu, meðan Dávid Reynheim seinast var uttanfyri vegna sjúku. Jákup Biskopstø venur nú aftur, men spurningurin er, um hesin dysturin liggur ov tíðliga. Hjá Skála hava Kristian Martin Jakobsen og Jákup Pauli Frederiksberg leikbann.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.30. Dómari verður Bjarki Danielsen.
