Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nýggj vinnufeløg síggja dagsins ljós í Klaksvík

Jóhann Lützen

Fleiri nýggj feløg eru stovnað í Klaksvík seinastu vikurnar. Nýggjast eru ÍVF Kallið og ÍVF Mogens, sum bæði vórðu skrásett í september.

ÍVF Kallið varð stovnað 8. september av Torgeir Petersen, sum eisini er stjóri. Felagið hevur 10.000 krónur í kapitali og skal menna og útgeva guðfrøðiligt tilfar og reka annað virksemi í hesum sambandi.

ÍVF Mogens varð stovnað 7. september av Mogens Højsted. Hann er eisini stjóri í felagnum, sum hevur heimstað í Klaksvík. Endamálið er catering og annað virksemi í hesum sambandi. Partapeningurin er 100 krónur.

Eisini ÍVF Ávik er komið afturat í summar. Felagið varð stovnað 13. august av Jacobinu í Lambanum Hansen og skal reka bókhald, ráðgeving og annað virksemi. Hon er bæði eigari og stjóri.

Í juli varð Sp/F Ólavsdóttir stovnað av Jákupi Eysturdal. Felagið skal reka fiskivinnu og annað virksemi í hesum sambandi. Jákup Eysturdal er skrásettur eigari, meðan hann og Vígdis Jastrid Eysturdal eru stjórar.

Norðlýsið hevur upplýsingarnar frá Skráseting Føroya og Eigarayvirlitinum.