Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá áttamannafari til rúmdarfar – mars, rúmdin og spaceport Norðoyggjar

Jóhann Lützen

Hósdagin 17. september kl. 19.30 verður rúmdarfyrilestur í Varpinum við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi.

“Fyrra partin av kvøldinum verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá 5 ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.

Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum?
Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum?
Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?

Í seinna parti fara vit at viðgera hvussu rúmdarøkið støðugt mennist, og umrøða hvussu relevant hetta er fyri Føroyar. Føroyar liggja geografisk serstakliga væl fyri, til at stuðla uppundir, og at fara upp í space-vinnuna, og vit kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teim íløgum, sum vit komandi tíðina fara at síggja í Norðurhøvum og arktis – íløgur sum eru avgerandi fyri norðurlond, evropa og vesturheimin.“

Kostnaður 50 kr
Atgongumerki fáast á www.varpid.fo
Rúmdarkvøldið verður fyriskipað í samstarvi við Klaksvíkar Kommunu