EB/Streymur hevði kanska eins nógvar stórar málmøguleikar, men KÍ dugdi betri at skora og vann 3-0.
EB/Streymur fekk beinanvegin stóran málmøguleika, tá Ba Lamin Sowe bleiv púra leysur, men hann skeyt í síðunetið. Ístaðin var tað KÍ, sum skoraði, tá Daniel Johansen skoraði úr spískum.
Í seinna hálvleiki fekk Hans Pauli á Bø ein stóran møguleika at javna, men Mark F. Jensen bjargaði væl. Hann hevði nokk at gera og loysti støðurnar væl. KÍ kom á odda 2-0 við einum serligum máli. Árni Frederiksberg sendi hornaspark stutt til Daniel, sum als ikki rakti bóltin sum hann skuldi, tí bólturin fór beint upp í luftina. Stórur rómur á EB/Streyma-áskoðarunum, tí Daniel er uppvaksin í EB/Streymi. Men bólturin kom niður aftur, áðrenn hann fór út. Jóannes Davidsen fekk ikki hildið bóltinum og so kundi innskifti Páll A. Klettskarð prika bóltin í málið. KÍ fekk eitt mál afturat, tá Árni Frederiksberg skoraði brotsspark eftir at Páll var feldur.
3-0 til KÍ í einum dysti, sum í málmøguleikum var nógv javnari enn úrslitið sigur. Men eitt gott úrslit hjá KÍ, tí fær KÍ ein møguleika at vinna FM, so verður tað møguliga uppá málmun, og har er KÍ nú trý mál betri enn NSÍ.























































