Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sølu av avlopsstreymi skal vera skattafrí

Helgi Abrahamsen

“Streymsøla frá smáum sólorkuverkum hjá privatum húsarhaldum skal vera skattafrí.” Tað segði Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, tá hann í farnu viku svaraði einum munnligum fyrispurningi frá undirritaða í Løgtinginum.

Eg spurdi landsstýrismannin, hví tey sum hava sólpanel á tekjuni skulu rinda skatt, tá tey selja avlopsorku til SEV, men kunnu ikki trekkja keypið frá í skatti, tá tey keypa somu nøgd av streymi aftur frá SEV?

Eg spurdi eisini, um nøkur ætlan er um at broyta hesi viðurskiftini, soleiðis at fólk fáa eina netturokning fyri streymin, heldur enn at fáa eina streymrokning annan vegin og eina skattarokning av søluni hinvegin?

Landsstýrismaðurin svaraði, at Taks hevur mett, at henda sølan eigur ikki at vera roknað sum vinnulig, og tí kann íløgan og keyp av øðrum streymi frá SEV ikki trekkjast frá skattskyldugu inntøkuni av søluni. Men landsstýrismaðurin segði eisini, at Landsstýrið hevur tikið málið upp og ætlar at broyta hetta, soleiðis at streymsøla frá smáum sólorkuverkum hjá privatum húsarhaldum skal vera skattafrí.

Hetta er at fegnast um, tí uttan iva kann hetta skunda undir, at privat gera slíkar íløgur, og tað fer at gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum.

Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin av sólorku skal vera 60 megawatt um árið. Av teimum skal umleið ein triðingur koma frá privatum tekjum.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður