Í týdningarmiklasta tíðarskeiðnum í ár er KÍ steðgað upp við at vinna dystir.
KÍ hevur bara vunnið fýra av síðstu 16 dystunum í øllum kappingum. Har skal sigast, at átta av dystunum hava verið í altjóða kappingum, har Lech Poznan og partvís Riga FC á pappírinum vóru stórfavorittar undan dystunum.
Men rákið er øgiliga greitt, eisini um bara verður hugt eftir heimligi kappingunum, har KÍ bara hevur vunnið tveir av síðstu átta dystunum.
Hjá KÍ er neyðugt at venda hesi gongd beinanvegin og byrja eina sigursrøð, tí skal KÍ vinna FM og løgmanssteypið í ár, so er sannlíkt, at allir átta dystirnir sum eru eftir mugu vinnast. Tað er tó framvegis ikki vist, at tað er nokk, so NSÍ, sum liggur trý stig frammanfyri, má tá seta trý ella fýra stig til, alt eftir hvør hevur betri málmun, har bara tvey mál skilja liðini í løtuni.
16 teir síðstu dystirnir hjá KÍ:
19.06: Víkingur-KÍ 2-2
24.06: NSÍ-KÍ 4-2
28.06: KÍ-07 Vestur 0-1
03.07: NSÍ-KÍ 0-0
07.07: KÍ-FC Athert Bissen 2-1
15.07: FC Athert Bissen-KÍ 1-2
21.07: KÍ-Kauno Zalgiris 0-0
29.07: Kauno Zalgiris-KÍ 1-0
02.08: KÍ-B36 2-0
06.08: Lech Poznan-KÍ 1-0
10.08: KÍ-HB 0-2
14.08: KÍ-Lech Poznan 0-5
17.08: AB-KÍ 3-4
20.08: KÍ-Riga FC 0-0
23.08: KÍ-NSÍ 2-2
27.08: Riga FC-KÍ 2-1
Dystir: 16
KÍ vunnið: 4
Javnleikur: 5
KÍ tapt: 7
Í heimligu kappingunum:
Dystir: 8
KÍ vunnið: 2
Javnleikur: 3
KÍ tapt: 3
