Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðstu minuttirnir í altjóða fótbólti hava ofta kostað KÍ

Jákup Ósá

Síðani KÍ byrjaði aftur í altjóða fótbólti í 2017, so eru níggju uppgerðir, sum hava verið avgjørdar í 85. minutti ella seinni. Átta av teimum hava koppað skeiva vegin.

Í altjóða fótbólti er púra vanligt, at dystirnir verða avgjørdir síðsta partin av seinna dystinum, tí talan er ofta um jøvn lið og tað eru bara 180 minuttir at avgera alt í.

KÍ hevur spælt níggju uppgerðir í altjóða fótbólti, har avgerðin er fallin frá 85. minutti ella seinni. Átta av teimum eru koppaðar til mótstøðuliðið, meðan einasti sigurin kom móti Häcken í 2023, tá KÍ vann brotssparkskapping.

Sigast skal eisini, at í flestu førunum hevur KÍ spælt móti á pappírinum betri mótstøðuliði og tá siga hagtølini helst, at tað er tað á pappírinum betra liðið, sum stendur við betri kortum, tá alt skal avgerast.