Í samband við kjaki, sum hevur tikið seg upp nú tað frættist at bæði vaktarskipini liggja, so hevur eitt annað sera ørkymlandi og snævurskygt prát eisini tikið seg upp.
Fleiri ferðir á miðlunum og í sending á FM1 hevur tað verði ró framundir, at tá ein slík støða stingur seg upp sum henda, at bæði skipini liggja, so kunnu onnur skip hjá landinum nýtast.
Millum annað verður nevnt skipini hjá SSL, sum skulu fara út til neyðarkall, ið vaktarskipini annars áttu at røkt.
Hjá teimum, ið ikki vita hvat tað snýr seg um at arbeiða á sjónum og kanska serliga innan bjarging so kann hetta tykjast sum eitt gott hugskot, men persónliga so krympi eg tær tá eg hoyri hesar útsagnir, og tað reisir fleiri spurningar hjá mær enn tað loysir uppgávuna.
Eitt vaktkarskip er bygt og mannað til at gera bjargingararbeiði, og tað er ikki nakað, sum kann býtast um frá degi til dags.
Bjargingarskip hava serlig snið, serligar bátar at seta á sjógving, serligar greiðir at sleipa við, at samskifta við tyrlu við, leitingar ljós, serliga navigations útgerð, og ikki minst so hava tey oftast eitt fríborð, ið ger tað møguligt at fremja bjargingar arbeiði tætt niðri við vatnskorpina, og sum ger at tey kunnu arbeiða í sera ringum veðri.
Á einum slíkum skipi er eisini ein sera roynd og væl vand manning við førleikum á sera høgum og fjølbroyttum støði, sum hava nógvar royndir innan leiting og bjarging, og hartil eru førleikament ígjøgnum nógv ár til at hondtera krisustøður.
Har aftur ímóti eru skipini hjá SSL avgjørt ikki bygd ella ætlaði til at gera bjargingararbeiði, og eftir mínum tykki skulu tey avgjørt ikki inn at erstatta hvørki Brymil ella Tjaldri.
Jákup Sverri er eitt gott boð til at hjálpa til hjá vaktarskipinum um okkurt er áfatt, men avgjørt ikki nøktandi til at átaka sær høvðusuppgávuna.
Vit hava brúk fyri vaktarskipunum, og tað ongatíð ov skjótt. Hetta er álvarsligt, og kann hava katstrofalar avleiðingar skuldi óhappið verið úti.
Tað er einki at ivast í, at tað alsamt er vaksandi ferðsla í føroyskum sjógvi, og tað eru ikki lítil skip, sum koma millum oyggjarnar, men har aftur ímóti hava tey sera nógv ferðafólk umborð.
Landið eigur at taka ábyrgd, og ganga á odda í hesi álvarsomu uppgávu, sum vit øll kunnu fáa brúk fyri uppá eitt splitt sekund.
Vónandi kann henda støðan vera við til, at øll politiska skipanin vaknar, og sær álvaran í at hava eina tilbúgving, sum er saman sett av so nógv førleikamentum liðum sum gjørligt, og setur út í korti at byggja ella keypa eitt nýtt vaktarskip ístaðin fyri Tjarldi so skjótt sum gjørligt.
Jóan Petur Joensen
Ùr Norðsjónum, 27-08-2026