Miðalaldurin var einans 19 ár á føroyska talvlandsliðnum, sum í dag vann 3 – 1 á Surinam. Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen vunnu á ovaru borðunum, meðan Elias Petersen og Rókur Davisen telvaðu javnt á aftaru borðunum.
Dysturin í fjórða umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag var søguligur. Ongantíð hevur so ung manning umboðað Føroyar í einum A-landsdysti. Miðalaldurin var einans 19 ár. Jón er 21 ár, Luitjen 20, og Elias og Rókur 18.
Vit telvaðu móti Surinam, sum er lítil oyggjaflokkur á karibisku havleiðunum. Har býr góð hálv millión fólk. Surinam var undir hollendskum ræði til 1975, tá tað fekk fullveldi.
Hetta var annar talvlandsdysturin okkara millum. Hin fyrri, sum var í 1982 endaði javnur, 2 – 2.
Í dag lá í luftini, at Føroyar skuldu vinna, tó at John Rødgaard fekk sær ein frídag. Føroyar eru styrkismettar nummar 107, Surinam 147.
Føroyar – Surinam 3 – 1
Luitjen A. Apol (2305) – Virash Giasi (1997) 1 – 0
Jón í Horni Nielsen (2078) – Roger Matoewi (1893) 1 – 0
Elias Petersen (2075) – Junior Orasji ½ – ½
Rókur Davidsen (1988) – Etam Kiem (1828) ½ – ½
John Rødgaard skrivar soleiðis úr Usbekistan í kvøld:
Í dag skuldi ungdómurin greiða uppgávuna móti Surinam.
Vit vóru favorittar.
Luitjen hevði hvíta fólkið á 1. borði. Hann gav okkum eitt klassiskt dømi um, hvussu kongaindiskt skal spælast við hvítum. Frúgvasíðan var latin upp, og tann vegin trokaði hann seg ígjøgnum. Tá ið tíðartrýstið var avhasað var hann kanska í so bráður at lata býtismun (rók fyri mann) fyri at fáa tvær finnur. Teldan segði, at støðan var jøvn, men Luitjen helt á at trýsta, og brádliga var sigurin í hondum.
Á 2. borði buktaðust Jón og mótstøðumaðurin í góða løtu, men við eitt kom kjansurin. Eitt frambrot í miðjuni munaði. Jón goggaði í eina finnu, og eftir tað helt hann rimmar fast um fyrimunin. Bravo!
Elias valdi eina trygga og sterka uppseting, ofta kalla tindasvínið. Kortini kundi fyrst annar, so hin, fáa fyrimun í støðuni, men hvørgin varnaðist, og so fjaraði av, og støðan gjørdist púra jøvn.
Rókur fekk eisini remis eftir eitt ógvuliga statiskt og lýtaleyst talv allan vegin. Teldan sigur, at støðan er jøvn frá byrjan til enda. Tað er ikki oftari enn so, tá ið talvið varir 48 leikir.
3 – 1 móti Surinam – soleiðis!
Móti Ný Sælandi í morgin
Føroyar eru nú nummar 131 av teimum 206 liðunum í kappingini. Vit hava tapt 4 – 0 fyri Týsklandi og Peru, vit vunnu 2½ – 1½ á Cayman-oyggjunum og nú 3 – 1 á Surinam.
Í fimta umfari í morgin telva vit móti Ný Sælandi, sum er styrkismett nummar 71.
Átta lond hava vunnið allar dystir tey fyrstu fýra umførini. Tey eru Kina, Usbekistan, Týskland, Armenia, India, USA, Holland og Ungarn.
Dystirnir í fimta umfari í morgin byrja klokkan 11 fyrrapartin.