Bæði Stjørnan og Team Klaksvík skulu í dyst í Høllini við Streymin í morgin
Klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá Stjørnuni móti EB í SMS-deildini.
Tveir tímar seinni, klokkan 17, spæla menninir hjá Team Klaksvík móti EB í Burn-deildini.
Sostatt er talan um ein sannan klaksvíksdag á Oyrarbakka, har bæði hondbóltsliðini úr býnum skulu royna seg á útivølli.

