Nú byrjar Trille Trolle aftur í KÍ-høllini.
Her eru børnini saman við einum vaksnum, og dentur verður lagdur á rørslu, spæl og gleði. Tey renna, spæla við bleytum hondbólti og royna ymiskar stuttligar forðingar.
Trille Trolle er sunnumorgnar klokkan 09.45–10.30 í KÍ-høllini.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
