Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

𝐄𝐫𝐮 𝐭𝐢t 𝐭𝐢𝐥𝐫𝐞𝐢ð𝐚𝐫?

Jóhann Lützen

“Tagga” ein vin, ið burdi farið 😉

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, verður í morgin, leygardagin 19. september!

Bátarnir loysa um áttatíðina og skulu verða aftur klokkan 17. Luttakararnir fáa góða heita suppu, tá teir hava avreitt, og síðani verður steypahandan til vinnararnar.

𝙆𝒖𝙣𝒏𝙞𝒏𝙜 𝙤𝒈 𝒕𝙧𝒆𝙮𝒕𝙞𝒓:

*Tað einki aldursmark.

*Í minsta tveir persónar skulu vera við hvørjum báti.

*Tað er ókeypis at luttaka.

*Seiður og kongafiskur telur ikki við í kappingini.

*Tað er ikki loyvt at fiska framvið aliringum.

*Mynstring til kappingina fer fram á Varpabrúnni frá klokkan kl. 7.30.

*Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17.00.

*Veiðan løgd upp við NFCS.

*Vinnarar eru teir bátar, ið hava fiska mest kg pr. persón.

*Størsti fiskur er longsti fiskur í cm.

𝙂𝒐́ð𝒊𝙧 𝙫𝒊𝙣𝒏𝙞𝒏𝙜𝒂𝙧!

Aftur í ár verða sera góðir vinningarnir latnir:

Nr. 1: Tveir gávukekkar á 4.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðul: Christian í Grótinum)

Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðul: JFK)

Størsti fiskur (í longd): Gávukekkur á 2.000 kr. (Stuðul: JFK)

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, ið ikki gerast millum vinnararnar – Vinningur: Ein gávukekkur á 2.000 kr. (JFK)

Inntøkan av søluni fyri fiskin, fer óskerd til rakstur av skúlaskipinum Dragin.

𝐕𝐢𝐭 𝐯𝐨́𝐧𝐚 𝐚𝐭 𝐬𝐢́𝐠𝐠𝐣𝐚 𝐭𝐞𝐠