Útskiftingarnevndin fyri Norðtoftahaga boðar nú til fund í sambandi við býtið av Norðtoftahaga.
Útskiftingarfundurin verður mánadagin 12. oktober 2026 klokkan 19 í skúlanum á Fossánesi. Sambært kunngerðini er málið á fundinum býtið av Norðtoftahaga.
Í útskiftingarnevndini sita Olaf í Garði Joensen á Eiði og Tróndur Niclassen í Bø. Arnold Thomassen er útskiftingarformaður.
Kunngerðin varð almannakunngjørd av Umhvørvisstovuni 16. september.
